Runavíkar Kommuna
Runavíkar kommuna og Spf. JHR-Entreprenørar hava skrivað undir sáttmála um at endurnýggja vatnleiðingina á Heiðavegi í Saltangará.
Leiðingin er gomul – um aldur við vegin, og hóast vatnið úr brunnunum og frá reinsiverkinum er reint samsvarandi galdandi krøvum, er tað komið fyri, at litur er settur at vatninum frá leiðingini.
Bøtt verður nú um hetta við at leggja nýggja vatnleiðing í gongubreytina. Nakað er fráliðið síðan leiðing varð løgd av nýggjum av Høgabóli út eftir Heiðavegi – nú verður farið inneftir so langt sum neyðugt er til tess at bøta um støðuna.
Sigrid J. Dalsgaard hevur fyrireikað málið, og ætlanin er, at aðrir viðkomandi partar leggja sínar leiðingar í grevsturin.
Tórbjørn Jacobsen og Høgni Petersen skrivaðu undir arbeiðstakarasáttmálan. Í sama viðfangi varð sáttmáli skrivaður undir um spillivatnsarbeiði á Leitisvegi í Saltangará.
Deil á Facebook