Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.01.2023 19:28

Várskráin hjá Fuglafjarða kvøldskúla

Tíðindaskriv Fuglafjarða kvøldskúli

Várskráin hjá Fuglafjarða kvøldskúla er komin.

Skráin er bæði fjølbroytt, góð, spennandi og innhaldsrík.

Kvøldskúlin hjá Fuglafjarða kommunu leggur seg eftir at hava eina innihaldsríka, kveikjandi og skapandi frítíðarundirvísing fyri allar aldursbólkar.

Várskráin er eitt framhald av kvøldskúlaskránni sum kom í heyst. Summi skeið byrjaðu í heyst og halda fram til apríl.

Flaggdagin er framsýning og framførsla hjá Kvøldskúlanum.

Nýggj skeið eru eisini á skránni og fleiri vikuskiftisskeið eru við dugnaligum fakfólki.

Vanligu skeiðini eru einaferð um vikuna og eru annaðhvørt frá heysti til várs og summi bara um várið.

Vikuskiftisskeiðini eru í vikuskiftinum, summi eitt vikuskifti og summi í fleiri vikuskifti.

Tilmelding til nýggju skeiðini og vikuskiftisskeiðini fer fram nú.

Vælkomin at kunna tykkum nærri um skeiðini á fuglafjordur.fo