Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.05.2024 14:42

Varmakeldugarðurin: Ein keðilig støða

Mynd: Varmakeldugarðurin

Soleiðis sigur Varmakeldugarðurin á Facebook vanga sínum, eftir at tað kom fram í gjár, at onkur hevði verið framvið á garðinum og stolið.

Varmakeldugarðurin skrivar soleiðis:

“Vit sáddu bøin í gjár, og fóru vit heim um 18 tíðina í gjár.

Í morgun tá vit komu inn aftur í fjósið, sóu vit, at onkur hevði verið og tikið sær kunsttøð. Bilspor sóust í túninum, sum ikki hoyrdu til okkara bilar.

Sera keðiligt at slíkt ikki kann fáa frið at standa. Vit hava brúkt nógvar pengar uppá kunsttøð, sum vit skulu nýta til bøin hjá okkum, soleiðis at vit hava græs til okkara krýatúr.

Vit vóna, at hetta aldrin fer at henda aftur. Og at viðkomandi, sum hevur tikið kunsttøðini, kemur við eini umbering.”