Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.05.2023 13:22

Várkonsert hjá Stranda musikkskúla 16/5-2023

Mynd: Sjóvar kommuna

Týskvøldið 16.maj var árliga várkonsertin hjá Stranda musikkskúla í Borgini – forhøllini í skúlanum. 

Næmingar spældu floytu, slagverk, guittar, horn, klaver og klarinett – nakrir einsamallir, aðrir í bólki og uppaftur aðrir saman við sínum lærara. Hetta gjørdi konsertina sera fjølbroytta. 

Musikkskúlin hevur tvær konsertir hvørt ár – eina undan jólum og eina í maj. Stuttligt er at síggja broytigina og menningina, sum næmingarnir fara ígjøgnum. Spennandi verður eisini at fylgja teimum frameftir.

Hesar myndirnar eru frá konsertini.