Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.03.2026 23:03

Várið hoyrir ungdóminum til og tað ger framtíðin eisini!

Lesarabræv

Várið er komið til Føroyar. Dagarnir gerast ljósari, og náttúran vaknar aftur eftir ein langan vetur. Men spurningurin er, um vit eisini eru klár at lata nýggjar tankar og nýggjar røddir spretta fram?

Vit ungu eru ofta samanborin við várið. Ikki tí at vit eru óroynd, men tí at vit bera við okkum vónina um nakað nýtt. Vit síggja møguleikar, sum onnur kanska ikki síggja. Vit vilja byggja víðari á tað, sum undanfarin ættarlið hava skapt, men samstundis tora vit at hugsa nýtt. 

At valið fellur um várið er næstan symbolskt. Tað er júst nú, tá ið landið vaknar aftur, at vit eisini skulu taka støðu til, hvørja leið Føroyar skulu ganga komandi árini. Spurningurin er, um vit tora at velja vøkstur, dirvi og framtíðarhugsan. 

Sum ungt valevni kenni eg eina serliga ábyrgd. Vit skulu ikki bara tosa um framtíðina. Vit skulu vera við til at mynda hana. Tað snýr seg um eitt samfelag, har ung hava møguleika at búgva, lesa, arbeiða og skapa sítt lív. Eitt samfelag, har vit taka ábyrgd av okkara náttúru, okkara mentan og okkara sjálvsavgerðarrætti. Har vit ikki standa eftir við einari rokning!

Føroyska várið er meira enn ein árstíð. Tað er ein vón. Ein vón um eitt samfelag, har vit tora at hugsa stórt, standa saman og byggja eitt land, sum komandi ættarlið kunnu vera errin av. Sum vit sjálvi kunnu vera errin av!

Latið okkum gera hetta várið til meira enn bara eina árstíð. Lat tað vera byrjanin til eina nýggja tíð fyri Føroyar. 

X við Lunu Klein Joensen