Runavíkar kommunuskúli
Setanarnevndin hevur sett Jóhan T. Lervig í fast starv sum varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla.
Jóhan er 44 ár, klaksvíkingur, búsitandi í Hoyvík. Hann er útbúgvin lærari, hevur uppstigað læraraútbúgvingina til batchelor á Fróðskaparsetri Føroya og hevur staðið “Organisatiónsmentan, strategisk leiðsla og broytingarleiðsla” somuleiðis á Fróðskaparsetri Føroya.
Jóhan hevur starvast í Argja skúla/Skúlanum á Argjahamri síðani 2006, men hevur seinasta hálva árið verið í farloyvsstarvi sum varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla.
Deil á Facebook