Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2026 23:52

Varaskúlastjóri settur í fast starv

Runavíkar kommunuskúli

Setanarnevndin hevur sett Dan Lamhauge í fast starv sum varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla.

Dan Lamhauge varð útbúgvin lærari í 1999 og hevur starvast sum lærari síðani tá, undantikið í eitt ár. Dan hevur týskt, lívfrøði og ítrótt á linju. Umframt drúgvar royndir í skúlanum, so hevur Dan tikið tvey skeið innan leiðslu.  

Dan Lamhauge hevur røkt varaskúlastjórastarvið í Runavíkar kommunuskúla skúlaárið 2025/26, sum tá var eitt farloyvisstarv.