Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2025 13:19

Var tingstaður í Æðuvík í gamlari tíð?

Eftir Janus Jensen

Orsøkin til, at hesin spurningurin ofta verður settur, er tann, at í Æðuvík eru fleiri staðarnøvn, sum kundu bent á hetta. Her eru Tinghellan, Árting, Tróndarstíggjur og Sigmundarhol. Hesi nøvn vísa øll aftur til persónar og virksemi, sum vit kenna úr Føroyingasøguni og frá seinni keldum. Harumframt liva enn sagnir á mannamunni, sum eru knýttar at hesum støðum.

Um Tinghelluna verður sagt frá, at har skuldu rættarting verða hildin í gomlum døgum. Tinghellan, sum er hellan undir Fossdalsbakka, er soleiðis dánað frá natúrunar hond, at tá kyrra er í sjónum, ber væl til at seta upp har við báti. Ein fyrimunur hevur tað eisini verið, at tað slepst ikki av helluni aftur uttan eftir sjónum, og tí hevur tað borið illa til at sleppa burtur aftur hjá einum brotsmanni, sum kom fyri rættin á Tinghellu.

Sagt verður, at Árting møguliga er gamal vártingsstaður.

Eitt sindur sunnan fyri Tinghellu er ein stíggjur, Tróndarstíggjur, har tað ber til at sleppa av helluni upp á bakkan. Fyri sløkum 100 árum síðani stóð ein stórur klettur í sjóvarmálanum nakað norðan fyri Tróndarstíggj. Hesin var dánaður soleiðs, at til bar at sleppa framvið honum bæði uttanfyri og innanfyri. Innanfyri klettin var eitt op, nevnt Sigmundarhol, sum tú slapst ígjøgnum. Men sambært heimildarmonnum í Æðuvík hvarv allur kletturin, og við honum Sigmundarhol, í einum stórum brimi einaferð í 1930´unum. Somu heimildarmenn siga frá, at upprunin til hesi bæði staðarnøvnini skal finnast í einum stríði millum Sigmund og Trónd í Gøtu, sum vóru komnir til fundar á Tinghellu. Teir vóru komnir til ilnar, og Sigmundur fór undan Tróndi eftir helluni suður móti Tróndarstíggi. Uttan at Tróndur visti av hesum, bjargaði Sigmundur sær við at fara norðuraftur á Tinghelluna gjøgnum Sigmundarhol, har hann og hansara menn sluppu aftur í bátarnar og til rýmingar.

Hvussu eftirfarandi hesar sagnirnar eru, er ilt at meta um. Men smbrt. Løgtingssøguni (bind 1) vóru, umframt meginting Føroya, sum var í Tórshavn, eisini heimating, várting og heystting, hildin, har menn møttust at tingast um viðurskifti, sum hoyrdu til tey einstøku økini í Føroyum.

– Eingin veit við vissu, hvussu nógv heimatingini upprunaliga vóru, men hópurin av staðarnøvnum benda á, at ting hava verið hildin har einaferð. Dømi um tílík staðarnøvn eru hesi; í Norðuroyggjum, í Køtlum, omanfyri Árnafjørð; í Eysturoy, Tingfløtan omanfyri Gøtuvík og heyggurin Stevnuválur, sum liggur millum Fjarða; í Suðuroy, Uppi millum Stovur, millum Øravík og Vág; í Sandoy, í Trøðum; í Streymoy, á Kjalnesi; í Vágunum, við dómstólar i Kvíandali í Miðvági. Fleiri tingstøð enn hesi hava uttan iva verið, og lítið er at ivast í, at skift hevur verið millum ymisk støð eisini. Sannlíkt er, at heimatingini eru eins gomul ella eldri enn høvuðstingið í Tórshavn -.

Hava vit hetta í huga, so er kanska ikki óhugsandi, at Tinghella og Árting einaferð í tíðini hevur verið tingstaðir.