Í sendingini Skratsj í ÚF, har Tróndur Vatnhamar og Eyðfinn Jensen eru vertir, vóru í morgun ein áhugaverd boð send inn til sendingina.
Boðini snúðu seg um, at fólk í gjár høvdu sæð løgnan royk mitt á sjónum á Skálafjørðinum, uml. 100 metrar úr landi. Og settu fólk hetta í samband við m.a. kavbátavitjanina av U35 kavbátinum sum liggur á Oyrareingjum. Hóast at tað ikki kundi verða hesin kavbáturin talan var um.
Tað sum fólk “spekuleraðu” í var, at hesin roykurin kundi verða av einum maskin/brint-riknum kavbáti, sum lá undir vatnskorpuni og ikki vildi verða sæddur.
Tað er nokk heldur ikki nakað at taka seg aftur í, at ta sum vit í Føroyum upplivað í dag, er eitt sokallað “mini kalt krígg”, sum verður spælt, í og runt okkara leiðir, bæði inni á víkum, firðum og úti á opnum havi.
Á Hulki, á Strondum, liggja í dag russisku skipini, Zamoskvorechye og Kapitan Sulimov, meðan hinumegin fjørðin, á Runavík, liggur Zakhar Sorokin. Meðan á Kollafirði liggur russiska, Ester, sum ikki fyri so langari tíð síðani var undir illgruna fyri njósning. Og á Oyrareingjum liggur so týski kavbáturin U35.
At kavbátur er “sæddur” fjala seg á Skálafjørðinum er tó ikki nakað nýtt í so máta. Tí í mai 1984, skrivaði Dimmalætting eina søgu um, at løgreglan hevði fingið eina fráboðan frá fólki á Skálafjørðinum og úr Havn um, at tey høvdu sæð eitt periskop av einum kavbáti tætt inni við land. Meira bleiv tó ongantíð gjørt ella upplýst um tað málið.
Les eisini: Kavbátar søktir undir Føroyum
