(Fimti partur av seks greinum um politisk val í Eysturoynni)
Vanliga verður sagt, at byrjanin til floksbýtið var sonevnda “tilboðið”, sum Jóannes Paturson fekk frá donsku stjórnini, um at føroyingar kundu fáa meira sjálvstýri. Men spurningurin er, um tað kanska var brennivínsmálið, heldur enn “tilboði”, sum var veruliga orsøkin til floksbýtið í 1906?
Tann 31. juli 1943, stendur ein grein í Dagblaðnum, sum er undirskrivað JP. (helst Jóannes Paturson). Í henni verður greitt frá, at tað er ein misskiljing, at sjálvsstýristilboðið í 1906 var orsøkin til, at føroyingar skiltust í tveir flokkar.
JP skrivar: “Sjálvstýristilboðið visti eingin nakað um fyrr enn seinast í apríl 1906. Men longu í 1904 vóru múgvandi menn farnir at gera seg til at fáa tann táverandi fólkatingsmannin (J.P.) avtiknan.” Hann staðfestir altso, at fyrireikingarnar til floksbýtið vórðu gjørdar áðrenn nakar kendi til sonevnda “tilboðið”.
JP greiðir síðani frá, at Oliver Effersøe varð kosin til mótvalevni móti Jóannesi Paturson, og at frá á heysti 1905 vóru nógvar “agitatiónsgreinar” at síggja í Dimmalætting.
Fyri at vinna fólkatingsvalið máttu Oliver Effersøe og hansara menn hava okkurt mál at savna veljararnar um. Um tað sigur JP:
“Adressa við túsundtals undirskriftum um at fáa brennivínið av landinum, hevði verið á løgtingi, haðani var eitt “Ædruelighedslovforslag” sent til ríkisstjórnina og var steðgað har fyribyls, tí stjórnin vildi bíða inntil “den danske Ædruelighedskommission” var liðug við sítt uppskot. Men Effersøes flokkur legði alla skyldina fyri støðgin á J. Patursson. Atvoldin til J.P.’s mótstøðu var uppgivin at vera tann, at hann var brennivínsvinur.”
Víðari skrivar JP: “Tann 20. febr. 1906, sjá Dimmalætting 24. febr. s. á., skrivar O. Effersøe so bræv “Til vælgerne”, at hann bjóðar sær til at taka fólkatingssessin av J. Patursson. Í hesum brævi sigur hann, at hann “i længere tid” (síðani 1904) hevur “anset det for uheldigt at Færøerne repræsenteres i folketinget af J. Patursson…””
JP kemur tí til ta niðurstøðu, at valstríðið í 1906 var grundað á eitt uppfunnið floksstríð, um at vera fyri ella ímóti “Ædruelighedssagen”. “Teir sum hildu við J. Patursson vórðu lagdir út fyri at vera brennivínsmenn, meðan Effersøes menn kallaðu seg “ædruelighedsvenner”?” skrivar hann.
“tí bar so væl til hjá Effersøe í sínum brævi “Til Vælgerne”, at kunngera: “Jeg sætter den sag (ædruelighedssagen) først og foran alle andre”. Tá kom flokkaskiftið av álvara í, heilar 2 mánaðir áðrenn nakar visti nakað um nakað sjálvstýristilboð!,” skrivar JP.
Seinni í greinini skrivar hann:
“Tað var ikki fyrr enn á eykatinginum, sum byrjaði 12. mai 1906, (…) at próstin á Nesi fann sambandsnavnið upp. Tá skifti Effersøes flokkur navn, legði “Ædruelighedspartiet” niður og tók “Sambandspartiet” í staðin.”
Sum hetta vísir, so var rúsdrekkamálið eitt avgerandi høvuðsmál í føroyskum politikki, tá vit fingu floksbýti, og tað kann hava verið ein orsøk til, at Sambandsflokkurin fekk størri undirtøku enn Sjálvstýrisflokkurin í økjum, har avhaldsfeløg og trúarrørslur stóðu sterkar.
Hvat snúði rúsdrekkamálið seg um?
Vit kunnu so spyrja, hví rúsdrekkamálið fekk so stóran politiskan týdning?
Í bókini “Føroyar og bankarnir í 100 ár”, sum Føroya Banki gav út í 2006, greiðir Jóan Pauli Joensen í stuttum frá um málið. Har verður sagt, at so leingi sum Føroyar høvdu einahandil, var avmarkað, hvussu nógv rúsdrekka kom til bygdirnar, men eftir at einahandilin varð avtikin, og Føroyar fingu fríhandil (í 1856) gjørdist nógv lættari at fáa fatur á rúsdrekka. Tað kundi keypast í hvørjum handli, og handil var mestsum í hvørjari bygd. Hvør handilsmaður royndi sum best at fáa útróðrarmenninar at avreiða til sín, og til hetta var ein snapsur góð hjálp. Handilsmenn fingu sær tí tann vana at skeinkja útróðrarmonnunum ein fiskasnaps, tá teir komu aftur av útróðri. Søgur eru eisini um, at menn drukku bæði jørð og ognir burtur. Hetta fekk við tíðini fólk at venda sær ímóti rúsdrekka.
Eitt annað, sum ávirkaði mótstøðuna móti rúsdrekka vóru fráhaldsfeløgini, sum komu til Føroya, og hvørs fortalarar á meistarligan hátt dugdu at siga frá vandunum við rúsdrekka. Í Havn varð stovnað fráhaldsfelag í 1878, og seinni komu eisini losjurnar, sum fingu sær hús í fleiri bygdum. Eisini Blái Krossur var virkin í fráhaldsarbeiðinum. Rørslan ímóti brennivíni og brennivínssølu var sostatt væl skipað, og hon fevndi eisini um ein øðrvísi og meira siviliseraðan lívsstíl.
Sum nevnt tók fólkatingskandidaturin, Oliver Effersøe, mótstøðuna ímóti rúsdrekka upp í sín politiska boðskap, meðan Jóannes Patursson ikki gjørdi tað, og tað kom at kosta honum dýrt.
Men einki bendir á, at føroyingar drukku meira enn onnur. Hagtøl vísa, at í 1906 drukku føroyingar í meðal nógv minni enn til dømis danir. Men viðurskiftini vóru soleiðis háttað í Føroyum, at arbeiðslívið og samferðsluviðurskiftini gjørdu tað alneyðugt, at menn kundu nýta síni andsevni og likamsevni til fulnar, og tí sóu mong vandan við rúsdrekka.
Í november 1907 var fólkaatkvøða um bann ímóti rúsdrekka. Fráhaldsfeløgini og losjurnar vóru sera virkin fyri at fáa fólk at atkvøða ímóti rúsdrekkasølu. Úrslitið á fólkaatkvøðuni var rættiliga greitt: 3.558 atkvøddu ímóti at loyva sølu og útskeinging, meðan bara 137 atkvøddu fyri.
Fimti partur. Eysturoyarportalurin í samstarvi við Helga Abrahamsen, journalist.
Deil á Facebook