Sámal Sunnudag
Alsamt fleiri útlendingar búgva í Føroyum. Sambært Hagstovuni er talið á íbúgvum í Føroyum uttan bústaðatilknýti ferfaldað síðani 2012 og tvífaldað síðani 2020. Tilflytingin tekur dik á seg. Talið á útlendingum í Føroyum er enn hægri enn hetta, tí við tíðini fáa teir bústaðartilknýti og hava tá vónandi verið ígjøgnum eina nøktandi integratións-tilgongd. Ein persónur hevur bústaðartilknýti til Føroya, um hann annaðhvørt hevur búð 7 av 10 samanhangandi árum ella helvtina av lívinum í Føroyum, skrivar Hagstovan í viðmerkingum.
Vánalig undirvísing av útlendingum hóttir integratiónina