Landsverk boðar frá í morgun, at tað er hált um alt landið.
Tað er jarðrok á Vestmannavegnum og á Oyndarfjarðarvegnum. Tað er sera hált í Gøtudali, frá rundkoyringini í Gøtudali og niðan á Varmakeldueiði.
Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum og til Syðradal á Streymoynni. Tað eru vánalig koyrilíkindir á Gjáarvegnum.
