Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.12.2022 16:14

Vallyfti frá Javnaðarflokkinu – manningar niður í løn og loft skal setast á avkastið í vinnuni (Løgtingsval 2022)

Mynd: Uni Rasmussen

Lesarabræv

Boðskapurin frá valevnum hjá Javnaðarflokkinum er ikki at taka feil av. Tað verður tikin 1 milliard ov
lítið inn í tilfeingis- og tøkugjald frá fiski og alivinnuni. Grundgevingin er, at í dag verður áleið hálv
milliard tikin inn við gjøldum, ímeðan Javnaðarflokkurin sigur, at rættað talið skuldi verið 1,5
milliard krónur.


Men hvussu verður funnið fram til hesa 1,5 milliard krónur??


Tað eru tvey høvuðspunkt, sum ger, at tað letur seg gera at koma til hesa meting: Manningar skulu
niður í løn og loft skal setast á avkastið í vinnuni!


Manningar skulu niður í løn: Fyri at koma fram til hesa tilfeingisrentuna verður hædd ikki
tikin fyri tí, sum manningar fáa í løn, men verður ístaðin ein løn sett í roknistykkið, sum mett
vera rýmiligt, at ein sjómaður kann fáa. Hetta merkir ítøkiliga, at vallyftini hjá
Javnaðarflokkinum ikki virða fría samráðingarrættin hjá manningunum og um vallyftið hjá
Javnarðarflokkinum skal førast út í lívið, so skulu manningar niður í løn!
Loft skal setast á avkastið í vinnuni: Útrokningar, sum valevni hjá Javnarðarflokkinum
byggja sínar metingar á siga, at feløg í fiski og alivinnuni ikki mugu hava eitt størri
ognaravkast enn 6%, sum tey siga vera eitt miðal avkast. Hetta merkir ítøkiliga, at óansæð
hvussu duganligar fyritøkurnar í fiski- og alivinnuni eru, so mugu tær ongantíð fáa meira
enn 6% í ognaravkast. Hetta merkir ítøkiliga, at um onkur í vinnuni kemur við onkrum
frambrotið, enntá patent frambrotið, sum ger at onkur fyritøka kann gagnýta tilfeingi nógv
betri, so er boðskapurin frá Javnaðarflokkinum, at tað skal eisini takast inn í landskassan, tí
ognaravkastið má ongantíð vera meira enn 6%.
Eitt ognaravkast á 6% siga tey er eitt miðal avkast, tvs. ítøkiliga skal tað ikki ganga væl hjá
nøkrum í hesum vinnum, bara miðal. Tað er ikki torført at finna fram til nógv feløg í øðrum
vinnunum, sum hava eitt ognaravkast, sum er væl omanfyri 6%.


Tað skal eingin ivi verða um, at vit í Fólkaflokkinum virða tann fríða samráðingarrættin hjá
manningunum. Manningarnar hava samrátt seg til sína løn og tað skulu vit ikki blanda okkum uppí
politiskt.


Vit eru eisini sterkt í móti at frátaka møguleikan hjá vinnuni at skapa frambrot og menning. Vinnan
skal sleppa at menna seg, skapa vøkstur, sum sanniliga kemur øllum samfelagnum til góðar!


Far tí á val og set X við Una Rasmussen.


Gott val!


Uni Rasmussen
valevni hjá Fólkaflokkinum