Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.10.2022 09:05

Valið til Eldraráð í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu er útsett til 9. desember 2022

Tá freistin var farin, at lata inn valevnislista til Eldraráðið, vóru ov fá valevnir komin inn, til at val kundi haldast. Sostatt er avgjørt at útseta valið til 9. desember 2022. Hetta gevur møguleiki fyri, at borgarar, sum valdagin hava fylt 60 ár, framvegis hava møguleika at still upp.

Vil tú verða við til at ráðgeva kommununi/Nánd, koma við hugskotum og virka fyri, at vitan og royndir hjá teimum eldru verða virðismett og gagnnýtt, hevur tú her ein gyltan møguleika, við at lata teg stilla upp til Eldraráðið ella tú kanst eggja øðrum til at stilla upp.

Valevnisfráboðaninar skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagið 9. november kl. 18.00Trýst her

Eldraráðið fer eftir ætlan til verka í januar 2023