Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.12.2022 20:56

Valfundur í Løkshøll 5. desembur

Mynd: Løkshøll

Kongshavnar Kvinnufelag skipar fyri valfundi tann 5. desembur kl 19.30 við valevnum, sum eru uppstillaði í Eysturoynni.

Evnini vera:

HJARTAMÁL HJÁ HVØRJUM FLOKKI

HVUSSU TRYGGJA VIT VÆLFERÐARØKIÐ?

ÁTØK Í FÍGGJARKREPPU

GRØNT ORKUSKIFTI OG VEÐURLAGSPOLITIKKUR

Orðstýrari er Óluva Zachariasen

Fundurin endar kl. 21 og tá er høvi at fáa sær kaffi, kakur og prát í kantinuni.