Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.03.2026 23:47

Valfundur í Etasjuni í Fuglafirði (myndir)

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í kvøld var valfundur hildin í Etasjuni í Fuglafirði. Fitt av fólkið var møtt at lýða á.

Á skránni vóru mál sum m.a. integratión við fokus á børnum á stovnum og skúlum, vinnulív og arbeiðsmarknaður. Og eisini var spurt hvør uppgávan hjá føroysku fólkatingslimunum skal vera.

Valevnini, ið luttóku fyri ymisku flokkarnar vóru::

Fyri Fólkaflokkurin: Bárður á Lakjuni og Símun J. Hansen

Fyri Sambandsflokkurin: Eivind Breiðaskarð, Árni Klein Olsen og Elinborg Osvaldsdóttir

Fyri Javnaðarflokkurin: Margit Stórá, Helena Jørmundsdóttir og Ólavur Larsen

Fyri Sjálvstýri: Birgar Larsen

Fyri Tjóðveldið: Bjørt Berg Wiggins og Jóhan Christiansen

Fyri Framsókn: Gunnvá Winther og Súsanna Olsen

Myndir: Eysturoyarportalurin