Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.11.2024 11:59

Valfundur á Svangaskarði – 1. partur

Lesarabræv/ Kommunuval 2024

Av tí at eg, tíverri, ikki fái verið við á Svangaskarði í kvøld, havi eg her gjørt eitt uppslag, har eg svari upp á tað sama, sum tey, ið eru møtt, verða spurd um.

Um eg skuldi valt eitt annað valevni

Eg hevði valt ein av dugnaligu tilflytarunum, av tí at tilflytarin hevur eitt ruddiligari perspektiv av tí, sum fyriferst í kommununi, og hevur búð aðrastaðni, onkuntíð fleiri aðrastaðni. Hetta haldi eg er ein góður førningur at hava við sær í kommunustýrið, tí man annars kann, uttan at ætla tað, hanga ov fast í farnum framgangsháttum.

Kommunupolitikkur, og politikkur sum heild, eigur at snúgva seg mest um, hvat vit gera frameftir, og í avmarkaðan mun um, hvussu man altíð hevur gjørt. Endurnýggjan og at flyta seg við tíðini er umráðandi.

Hví skulu tit vilja meg?

Eg bjóði meg fram, tí eg gjarna vil gera mun. Eg vil gjarna verða við til at menna Nes kommunu til at verða eitt stað, har ein nøgdur, upplýstur borgari trívist í einari sosialari og spennandi kommunu, ið hevur kappingarførar umstøður til síni børn, eldri og øll harímillum.

Eisini vil eg leggja dent á, at vit eiga at gera okkum stóran ómak við at taka okkum av tilflytarum, ið velja at flyta til okkara kommunu, eisini úr útlondum.

Eg haldi meg hava nakrar realistiskar visiónir fyri Nes kommunu, og eg vil tryggja, at hesar visiónir altíð eru fíggjarliga forsvarligar.

Eg eri uppvaksin á Nesi og Toftum, havi gingið í Tofta Skúla, egnt í egningarskúrðunum, arbeitt á flakavirkinum Nyki saman við ungum og gomlum, og nógvum, ið ikki eru her longur. Eisini havi eg siglt við fýra av línuskipunum, ið hava hoyrt heima í kommununi. Tað, sum eg vil siga við hesum, er, at eg havi eitt gott innlit í, hvat Nes kommuna hevur verið seinastu 50 árini. Frá skúlanum og eldri fólki, eg havi arbeitt saman við, havi eg eisini eitt ávíst innlit í, hvussu tað var tey undanfarnu 50 árini, áðrenn eg var føddur.

Afturat hesum meti eg meg eisini hava tað perspektivið, ið eg meti tilflytarar hava. Hetta tí at eg havi búð aðrastaðni. Eg meti, at bæði tað, at eg havi verið burtur frá Nes kommunu, og tað, at eg havi búð í Tórshavn, Danmark og í Grønlandi, gevur mær eginleikan at síggja Nes kommunu við uttanífrá skoðandi eygum og eisini gera brúk av ávirkan aðrastaðni frá.

Frítíð og mentan – Svangaskarð

Svangaskarð hevur fylgt nógv hjá Nes kommunu í nógv ár og stendur sum ein varði yvir, hvussu nógv eitt minni bygdasamfelag kann útinna. Vit eiga at verja og menna hendan varðan, soleiðis at hann framyvir kann tæna okkara borgarum og teirra møguleika at íðka ítrótt og annan felagsskap. Eg vil gjarna virka fyri, at man framyvir kann standa inni fyri, at peningurin hjá borgaranum verður umsitin og fordeildur skynsamt og rættvíst, tá tað kemur til ítrótt og rammurnar um ítróttin. Við einum vissum stoltleika eigur man at kunna geva eitt neyvt innlit yvir, hvussu hetta er fordeilt.

Frítíð og mentan – høllin og svimjihøllin

Fimleikarhøllin í skúlanum er ein góð og kærkomin høll. Hon er bygd til skúlabrúk fyrst og fremst og hevur tí avbjóðingar, tá ið tað kemur til áskoðarar til kappingar. Tað eru nógv, ið ynskja sær eina meira hóskandi høll, men hetta skal sjálvandi verða, tá hetta er gjørligt fíggjarliga. Troytir man allar viðkomandi grunnar, ið kunnu hjálpa við hesum, og við einum ávísum vilja fara vit at megna hetta í framtíðini.

Tað eru tó fleiri inntriv, ið vit kundu gjørt við verandi høll, ið høvdu gjørt hana nógv betur egnaða, uttan at tað springir fíggjarætlanina.

Svimjihøllin hevur fingið nýtt reinsianlegg, og tað er at gleðast um, at man uppdaterar hesi aktivini hjá Nes kommunu. Eg vóni og rokni við, at tá svimjihylurin í Runavík er liðugur, so fer góða sambandið, vit hava við Runavíkar kommunu, at geva okkum møguleikan at menna okkara tilgongd við svimjing, bæði motións- og kappingarsvimjing.

Frítíð og mentan – annar ítróttur

Tá ið man sigur “annar ítróttur,” so sipar man ivaleyst til “annað enn fótbólt.” Tað er týdningarmikið, at okkara ungdómur hevur optimalar møguleikar at luttaka í ítrótti, og harvið verða við í einum sunnum og góðum felagsskapi. Flest øll søkja onkran form fyri felagsskap, og er tann góði ikki ein møguleiki, verður tað ofta tann minni góði.

Vit eru øll ymisk, og tí eiga vit at hava ymiskan ítrótt at luttaka í. Eisini eru ávísar ítróttargreinar, ið dekka veturin meira og aðrar summari meira.

Í Nes kommunu hava vit fjølbroyttan ítrótt, ið verður stuðlaður av Nes kommunu, lokalum virkjum og ikki minst frívilligum fólki, ið hava alt at siga fyri ítróttarfeløgini.

Bústaðir – útstykking

Tá talan er um útstykking, haldi eg, at vit eiga at hugsavna okkum um at ústykkja tættari bústaðarøkir og ikki langar gøtur niðan í hagan, við 5-600 m² grundøkjum báðu megin við, har ovara síða hevur eitt grótbrot aftan fyri húsini.

Eisini ger hetta, at vit altíð hava trafikkeraðar vegir millum øll hús.

Vit kunnu taka bústaðarøki “Millum Gilja” í Hoyvík sum dømi. Har koyra bara bilar, ið hoyra heima har, ella hava ørindi har. Og økið er bygt sum ein umfevnandi eind, har tú fert av høvuðsvegnum og inn í bústaðarøkið – altso ikki tann nógv brúkti frymilin, man nýtir, tá ið man ger eina “gjøgnumkoyringsbygd.”

Persónliga haldi eg, at vit eiga at prioritera og gera útfyllingina uttanfyri bátahylin í Oyrunum. Hetta skuldi verið gjørt langt síðani. Møguliga kann grót fáast til vega av tunnilsgrótinum, ið er lagrað á Velbastað.

Bústaðir – alternativir bústaðir

Tað eru økir í kommununi, har randarhúsbygging er møgulig, og hesi eiga vit at brúka, áðrenn vit fara til fjalls.

Tá tað kemur til útfyllingina í Oyrunum, ella eitt øki longur úti ímóti handlinum hjá Pidda, er hetta eitt vælgegnað øki at gera byggibúgvið til alternativa bygging.

Her hugsi eg, at krøvini til byggiharra skulu verða, at vit fáa fleirhæddað byggjarí, soleiðis at vit fáa sum mest burturúr grundøkinum. Man eigur eisini at hugsa bæði vinnulívshøli og parkering inn í hesa byggisamtyktina.

Búeindirnar eiga at verða samansettar av eigaraíbúðum, leiguíbúðum og lutaíbúðum. Tað er eisini umráðandi, at man hevur eina støddarfordeiling, ið ger, at man eisini hevur smærri búeindir til støk.

Bústaðir – parkeringsviðurskifti

Tað er undrunarvert, at vit í Føroyum, har bilur til flutning fyllir sera nógv, ikki eru dugnaligari til at raðfesta parkeringsviðurskifti.

Vit skulu sjálvandi, enn sum áður, eggja okkara borgarum at fara ein góðan gongutúr so ofta sum gjørligt, men veðurlagið er nú, sum tað er, og tað ber ikki brá av at batna fyribils, so parkering mugu vit fyrihalda okkum til.

Nes kommuna hevur gjørt nakað við øki, har mangul upp á parkering hevur verið ein trupulleiki, og tað er hugaligt at síggja.

Enn manglar tó at gera tað, sum skal til fyri at rætta upp á, at man ikki hevur fylgt byggisamtyktunum á Høganesvegnum.

Hetta hevur verið uppi og vent og viðmerkt bæði av borgarum og kommunustýrislimum, ið hava loftað bóltinum, men einki hava gjørt við hann.

Komandi valskeið má hetta avgreiðast – serliga nú man hevur nógva bygging í gongd inni á Høganesi.

Hilbert Kári í Grógv

Býarlistin