Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.06.2023 23:04

Vaktarskifti hjá hondbóltsfelaganum Tjaldur

Mynd: Nýggja forkvinnan Sigrun Jónsveinsdóttir

Hondbóltsfelagið Tjaldur hevur í kvøld havt ársaðalfund. Nevndarval var á skránni.

Forkvinnan, Joan Jacobsen, bar seg undan afturvali. Felagið takkaði Joan fyri stóra arbeiði hon hevði gjørt fyri felagið hesi seinastu árini.

Hinir nevndarlimirnir, Sverri Justinussen, Aage Arnoldsen og Sigrun Jónsveinsdóttir tóku øll við afturvali og nýggir í nevndina komu Kári Hansen og Dan Lamhauge.

Nevndin valdi Sigrun Jónsveinsdóttir, sum nýggja forkvinnu í felagnum.

Nevndin skipaði seg soleiðis:

Sigrun Jónsveinsdóttir, forkvinna

Sverri Justinussen, skrivari

Aage Arnoldson, kassameistari

Kári Hansen, nevndarlimur

Dan Lamhauge, nevndarlimur