Sambært Vørn, so hevur vaktar- og bjargingarskipið Brimil havt úr at gjørt í vikuskiftinum.
Fríggjadagin var ein útróðrarbátur uppsteðgaður á Føroya Banka og mátti hava sleip til lands.
Og leygardagin, hevði eitt fiskifar sum royndi norðanfyri, fingið trolið fast í botni, og Brimil fór tí á staðið at hjálpa at fáa leyst.
Og sunnudagin sleipaði Brimil so ein útróðrarbát, sum hevði fingið um skrúvuna, inn á Klaksvík, har kavarar av Brimli fóru niður og skóru av skrúvuni, so útróðrarbáturin kundi fara til útróðrar aftur.