Tiðindaskriv/Dartsamband Føroya
Bæði í 1 deild hjá monnum, og hjá kvinnunum vann VDF ársins fyrstu FM kappingar
Ársins fyrstu FM kappingar í dart vóru um vikuskiftið á Skála. 9 kvinnur og 53 mans kappaðust, hjá monnum er kappingin deild upp, soleiðis at teir bestu spæla í 1 deild, ímeðan teir meir óroyndu, eru í 2 deild.
Hjá kvinnum vann landsliðsleikarin Kristbjørg Vesturklett Reinert úr VDF, í finaluni vann hon á Theresu Enghamar úr HDF. Finalan var ikki ein av teimum heilt væl spældu, men Kristbjørg vann 5-2. Theresa er ein av teimum nýggju kvinnunum í føroyskum dart, og ein sum vit vónandi koma at hoyra nógv til í framtíðini. Nr 3 gjørdust Beinta Joensen úr KDF og Jenny Kallsoy úr EDF.
Finalan í 1 deild stóð ímillum landsliðsleikarnar Jan Erik Fjallstein úr VDF og Jan Mcintosh úr HDF, finalan var spennandi og væl spæld, onkur 180 ari var eisini í finaluni. Dysturin endaði 5-4 til Jan Erik, sum so staðfesti flúgvandi byrjanina hjá VDF uppá 2026. Nr 3 gjørdust Allan við Rætt og Jóannes á Toftini, sum eisini er ein spælari vit skulu hava eyga við, hann er ein av teimum nýggju, og ger seg longu galdandi í 1 deild.
Finalan í 2 deild, stóð ímillum Jóan Jakku Joensen úr HDF og Jens Petur Poulsen úr HDF. Jóan Jakku vann finaluna 4-3, aftana at hava verið aftanfyri 3-1. Nr 3 gjørdust Oddfinn Hansen úr HDF og blaðunga stórtalenti Sámuel Rasmussen úr D9. Næsta FM kapping verður 7 februar.
