Vælveruøkið við svimjihylin í Leirvík, har arbeiðið varð sett í gongd á sumri 2024, er nú liðugt og handað kommununi.
Tað eru byggifyritøkan BMT og Nomatek, sum hava staðið fyri arbeiðinum. Og Teknistovan í Gøtu sum hevur teknað.
Tó mangla onkrir smávegis snøklar framvegis at fáa gjørdir lidnir og avgreiddir. Men vælveruøkið er nú klárt at brúka, við m.a. tveimum hitapottum, einum køldum potti og hitarúmið (sauna).
Myndir: Eysturoyarportalurin













