Hóast veðrið ikki var av tí besta, so vóru nógv børn møtt upp til tiltakið ið føroyska kvinnulandsliðið skipaði fyri í gjár fyri U9 gentum og dreingjum á Tórsvølli. Eina løtu oysregnaði og børn og vaksin vóru á kroppi, men tað tóktiskt ikki at órógva tað góða lagið.
Upprunaliga skuldi tiltakið verða í Sarpugerði í Norðragøtu, men av tí at veðurforsøgnin var so vánalig, var avreitt at flyta tiltakið á Tórsvøll, har veðrið oftani er betur.
Tiltakið var ein liður í at fáa fólk at koma at stuðla kvinnulandsliðnum á Tórsvølli fríggjakvøldið, tá Føroyar og Montenegro hittast í Nations League.
Upphitingartiltak byrjar á Niðara Vølli frá kl. 16.00 fríggjadagin, meðan sjálvur dysturin byrjar kl. 18.00
Myndir: Bjarni Enghamar
Deil á Facebook