Runavíkar Havn
Seinasta leygardag legði ferðamannaskipið Ultramarine hjá Quark Expeditions leiðina framvið Funningi.
Ferðafólk og manning vórðu førd í land við skjóttgangandi gummibátum, har lokala cruisetoymið vóru klár at taka ímóti gestunum.
Vitjanin var einastandandi væl eydnað fyri allar partar. Bygdafólkið í Funningi hevur saman við Runavíkar havn og Visit Runavík fyrireikað vitjanina og skipað fyri alskyns lokalum upplivingum.
Umboðsfelag hjá Ultramarine í Føroyum er Faroe Ship.
Vit ynskja Ultramarine, manning og ferðafólki eina góða ferð víðari.
Næsta skip kemur til Funnings leygardagin 4. juli 2025.
Myndir: Runavíkar Havn







