Føroya Politi
Landsdystir verða javnan spældir í Føroyum og oftast verða teir avgreiddir í góðum ítróttarligum anda. Til einstakar dystir hava vit tó seinasta árið upplivað ávísar fjepparahópar, sum hava hug at skapa ruðuleika
Politiið er væl fyrireikað og væl mannað til ymisku støðurnar, sum kunnu koma fyri – bæði undan dystinum, undir dystinum og eftir dystin.
Føroya Politi verður til staðar á ymiskan hátt og verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini. Endamálið er at tryggja, at føroyska samfelagið kennist trygt, hóast at ein slíkur dystur verður spældur í Føroyum.
Av taktiskum orsøkum ber ikki til at greiða nærri frá, júst hvussu trygdin verður skipað til dystin, og tískil kann heldur ikki væntast, at Føroya Politi svarar fleiri spurningum hesum viðvíkjandi.
Á dystardegnum tann 5. september fer Føroya Politi at koma við regluligari kunning á Facebook síðuni hjá Føroya Politi.