Sum sagt var frá fyrr í dag, so fleyg eitt ókent hernaðarflogfar sera lágt runt millum oyggjarnar og inn gjøgnum føroysku firðirnir – t.d. Skálafjørðin.
Á Facebook hevur Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri, verið úti í kvøld og boða frá hvat tað var sum hendi. Hann segði soleiðis:
–Ja, hetta átti at verið kunnað um áðrenn. Talan er um eitt amerikanskt hernaðarflogfar, og tey hava diplomatiskt loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi. Men vit hava biðið um, at fráboðan kemur áðrenn, so vit kunnu senda kunning til føroyingar. Tað er ikki hent her – hvørki til Uttanríkisráðið ella til Arktisk Kommando. Og tað eigur ikki at koma fyri. Vit geva boð á røttum stað.
So er spurningurin um tað er samsvar millum tað sum Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldi hevur sagt umaftur og umaftur seinsatu árini, tá tað kemur til viðurskifti sum fult ella heilt verða umsitin av donum/amerikanarum og NATO, nemliga – “Einki um okkum uttanum okkum“.