Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.05.2025 07:38

Uttanlandsnevndin á kunningarferð í Washington

Nevndarlimirnir í Uttanlandsnevndini saman við føroyska sendimanninum í USA, Bjørn Kunoy og ukrainsku sendikvinnuna í USA, Oksana Markarova. (Mynd: Løgtingið)

Løgtingið

Seinastu dagarnar hevur Løgtingsins Uttanlandsnevnd verið á kunningarferð í Washington. 

Endamálið við ferðin var at kunna seg um áleikandi altjóða viðurskifti, við serligum atliti til trygd og verju í Arktis og Norðuratlantshavi. 

Uttanlandsnevndin nýtti eisini høvið at vitja nýggju føroysku sendistovuna, har fleiri av fundunum vórðu hildnir. Almenna móttøkan fyri sendistovuni verður í heyst. 

Nevndin var harumframt á kunningarfundi í State Department, Pentagon og Office of Naval Intelligence. Eins og nevndin var á fundi við umboð frá Senatinum og Umboðsmannatinginum. 

Washington er miðdepil fyri granskingarstovnar, sum hava stóra ávirkan á politiska landslagið í USA. Nevndin hitti umboð fyri fleiri av hesum. 
Eisini hitti nevndin sendifólk frá eitt nú Íslandi, Grønlandi og Ukraina, sum greiddu frá teirra arbeiði í hesum óvissu og serligu tíðum. 

Føroyar og USA hava felags strategisk og búskaparlig áhugamál í Norðuratlantshavi og Arktis. Spenta støðan og vaksandi áhugin fyri hesum økjum ger tað tískil til eitt sera viðkomandi og upplagt høvi at vitja Washington: miðdepilin fyri bæði verju-, trygdar- og uttanríkispolitikk í USA. 

Vitjanin hjá Uttanlandsnevndini í Washington, hevur soleiðis verið við til at leggja lunnar undir góð sambond við amerikanskar parlamentarikarar og umboð fyri stjórn og vinnulív, og at samstarvið millum Føroyar og USA verður styrkt enn meira.