Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.09.2025 16:32

Útskifting í hópinum

Føroyski hópurin aftaná fyrstu venjingina í Luksemborg - Mynd: Virgar Hvidbro/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Tobias Elmelund Hansen úr B36 avloysir Jóhan Josephsen, nú U21 landsliðið er farið undir fyrireikingarnar til útidystin móti Luksemborg, sum er á skránni týsdagin.

Føroyska U21 landsliðið hevur fingið eina flúgvandi byrjan upp á undankappingina til EM 2027. Aftaná tveir dystir hava Føroyar fult stigatal, sum eru komnir í hús eftir tveir 2-1 sigrar móti ávikavist Estlandi og Íslandi.

Næst á skránni er útidysturin móti Luksemborg, sum verður á Frontiere Stadion í Esch-sur-Alzette í Luksemborg týsdagin 9. septembur klokkan 18:30.

Men tað verður uttan Jóhan Josephsen. Stutt fyri leiklok í dystinum móti Íslandi fekk Jóhan reytt kort, og er tískil leikbannaður til komandi uppgávu.

Í staðin hevur Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum, sent boð eftir Tobiasi Elmelund Hansen úr B36.