Tíðindaskriv/ Suðurstreymoyar Útróðrarfelag
Suðurstreymoyar Útróðrarfelag hevði aðalfund leygardagin 3. januar 2026. Eitt av evnunum var útróður sum vinnuvegur, og felagið arbeiðir fyri, at alt skal gerast til tess at verja útróðurin, sum verður mettur sum føroyskur siðaarvur.
Suðurstreymoyar Útróðrarfelag
Á aðalfundinum vórðu ymisk viðurskifti hjá útróðrarmonnum í felagnum umrødd. Samstarvið við Tórshavnar havn er framvegis frálíkt, og har verður alt gjørt fyri at umstøðurnar hjá útróðrinum eru best møguligar. Til dømis hevur verið arbeitt við at betra viðurskiftini á Ískeiini, sum í dag eru heilt góð, og útróðrarmenn er væl nøgdir við umstøðurnar.
Samstarvið við Barðið er eisini gott, og í løtuni sær út til, at Barðið, sum heldur til á Vestaru Bryggju í Havn, aftur í ár eisini fer at taka ímóti kruvdum og ókruvdum fiski á frá bátum, sum avreiða á Eiði.
Samskift við myndugleikarnar
Formaðurin í felagnum, Jógvan Trondesen Andreasen, greiddi frá, at felagið hevur samskift við myndugleikarnar um ymisk viðurskifti hjá útróðrarflotanum, og tað samskiftið heldur fram.
– Alt má gerast, soleiðis at útróðurin, sum er ein av okkara siðaarvum, verður varðveiddur, sigur hann.
Fiskidagar
Tá eingir fiskidagar hjá útróðrarbátum í bólki 5B vórðu eftir um hálvan oktober í fjør, fór Suðurstreymoyar Útróðrarfelag at arbeiða fyri, at óbrúktir fiskidagar vórðu fluttir, soleiðis at menn í bólki 5B aftur kundu fara til útróðrar. Felagið bað ongantíð mydugleikarnar um at uppfinna fisk ella dagar, men bara um at javnstillast við aðrar bólkar, har dagar kunnu flytast millum ár og bólkar o.s.fr. Víst varð beinanvegin á, at avgerð mátti takast skjótt, tí lítið var eftir at árinum.
Tað eydnaðist at fáa nakrar dagar aftrat, og tað kom eisini nøkrum útróðrarbátum væl við.
Jógvan Trondesen Andreasen, formaður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelagi letur væl at fiskiskapinum hjá útróðrarflotanum í 2025.
– Eg haldi talan vera um eitt gott ár, har fiskiskapurin var góður, og prísurin var eisini góður, heldur hann.
Suðurstreymoyar Útróðrarfelag er eitt virkið felag, og á aðalfundinum, sum var á Hotel Tórshavn í gjár, leygardagin, vórðu umboð fyri 32 bátar meldaðir til. Út við fjøruti limir eru í løtuni í felagnum.
Sum heild var talan um ein góðan aðalfund.
Eingin í nevndini stóð fyri vali, so manningin verður tann sama komandi árið: Jógvan Trondesen, formaður, Sámal Lindenskov, Doru Tiberio á Torvlaðnum og Ragnar Hentze.

