Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.06.2026 14:39

Útróðrarbáturin Gusti góðan túr á Føroya Banka

Kjartan Joensen letur væl at túrinum, men heldur at ov lítið av æti er á Føroya Banka. Mynd: Eyp.fo

Útróðarbáturin Gusti, hjá Kjartan Joensen, landaði í Leirvík fyrrapartin í dag.

Leirvíkingurin, sum er 78 ára gamal og sum javnan rør út sigur, at teir hava verið 2 mans og hava roynt á Føroya Banka. Veiðan er uml. 14.500 pund. Alt stórur toskur, har vektin á fiskinum liggur á uml. 10 kg og uppeftir.

Teir hava roynt við línu og byrjaðu 22. juni. Tað tók uml. 15 tímar at sigla út og tað sama innaftur.

Kjartan sigur, at hóast nógur toskur er at fáa á Bankanum, so harmast hann um, at fiskurin ikki er so væl fyri sum hann kundi og nokk skuldi havt verið. Tí sum hann sigur, so er magin mest sum tómur á toskinum og allur fiskurin hevur svarta livur. Eitt greitt tekin, sigur hann, at tað er ov nógvur fiskur og ov lítið av æti á Føroya Banka.

Myndir: Eysturoyarportalurin