Kl. 15.30 í gjár fekk MRCC boð um, at ein útróðrarbátur hevði fingið maskinbrek út fyri Gøtuvík.
Bjargingarbáturin Ziska, var sendur avstað og sleipaði hann bátin til Klaksvíkar.
Frá tí at boðini komu inn til MRCC og til at útróðarbáturin lá á Klaksvík, tók 2 tímar og 15 minuttir.