Í gjár, á middegið, fekk løgreglan boð um, at ein útlendsk kvinna hevði verið áhalsin og var komin til skaða omanfyri Tjørnuvík.
Orsaka av ivasomun floglíkindum við bjargingartyrlu, var eitt bjargingarlið ístaðin boðsent at bera kvinnuna oman í bygdina í Tjørnuvík, har hon síðani varð flutt við sjúkrabili á Landssjúkkrahúsið.