Mynd: Sunda kommuna
Í dag 8. mai byrjar útivikan í Sunda kommunu
Her er skrá fyri útivikuna:
Mánadagin 8. mai
Kom og rógv við kajakk í Hósvík. Vit møtast við neystið hjá kajakk.fo nær bátahylin í Hósvik. Melda til við at skriva til kajakk.fo á facebook messenger ella senda sms til tlf 510520. Vit gera 2 túrar á umleið 1 tíma. Túrur 1 byrjar kl 17:00 og túrur 2 byrjar kl 18:30. Tiltakið er ókeypis.
Týsdagin 9. mai
Gongutúrur niðan á Hvalvíksgjógv. Túrurin er lættur og barnavinarligur. Komin niðan, grilla vit ‘skúmfidusar’ og njóta vøkru náttúruna. Túrurin byrjar við missiónshúsið í Hvalvík kl. 18.00. Til ber at halda fram niðan á Miðalfelli við ferðaleiðara, um nakar hevur áhuga í tí. Tiltakið er ókeypis, og ongin tilmelding neyðug.
Mikudagin 10. mai
Ókeypis vælverukvøld í Tjørnuvík. Sauna, saunagos, hitapottur, sjódypp og kalt kar.
Melda til hesar tíðir:
Kl. 18: Sauna, hitapott, sjódypp og kalt kar.
Kl. 19: Saunagos við Mariu, íroknað 3×3 oljur og sjódypp, umframt hitapott og kalt kar.
Kl. 20: Sauna, hitapott, sjódypp og kalt kar.
Møguleiki er at keypa sær okkurt leskiligt í Surf Smáttuni, har skiftiumstøður og útibrúsa eisini eru. Handklæði kann leigast fyri 15 kr. Tilmelding á www.faroeislandssurfguide.com/tiltak
Hósdagin 11. mai
Eydnan á Oyrarbakka skipar fyri Kondibingo í Náttúrulundini við Streymin kl 19.00. Plátur kunnu keypast viđ Eydnuna á Oyrarbakka.
Fríggjadagin 12. mai
Súkkla norður ígjøgnum sundalagið við Rynkeby. Byrjað verður við Eydnuna á Oyrarbakka kl 17.00. Hesin túrurin er fyri børn og vaksin í øllum aldri. Um tú ikki ynskir at súkkla, ert tú vælkomin at renna ella ganga. Tiltakið er ókeypis og ongin tilmelding neyðug. Á handilin á Norðskála bjóðar okkurt søtt uttanfyri handilin kl 18.00. Sunda kommuna bjóðar sunkist.
