Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.09.2022 20:27

Útisetar – Fótbóltur – Meinhard E. Olsen

Mynd: Meinhard E. Olsen

Meinhard E. Olsen fekk 81 minuttir á vøllinum í kvøld, tá Mjøndalen vann 1-0 á Skeid í heimadystinum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, eisini nevnd OBOS ligaen.

Adrian Hansen skeyt sigursmálið hjá Mjøndalen við einum góðum stútara í 16 minutti í fyrra hálvleiki.

Mjøndalen er nú á 10. plássi við 33 stigum. 6 stig eru upp til 6. pláss sum gevur play-off dystir.

Næsti dystur hjá Meinhard og Mjøndalen er á útivølli móti Stjørdals Blink 17. septembur.