Mynd: Jóan Símun Edmundsson
Eysturoyarportalurin hevur tosa við ein av okkara fremstu fótbóltsleikarum, Jóan Símun Edmundsson, sum leikar fyri SK Beveren í næstbestu deildini í Belgia.
Jóan Símun sigur við Eysturoyarportalin, at hann er glaður fyri at verða skaðafríur og venur nú aftur við fullari ferð eftir ein longri steðg.
Hann leggur afturat, at hann hevði ynskt, at hava fingið fleiri minuttir á bestaliðinum, nú í teimum fyrstu dystinum í byrjanini av kappingini. Men sigur eisini, at vónandi fer hendan støðan at broytast til tað betra komandi vikurnar.
Jóan Símun er byrjaður ein dyst hetta kappingarárið, meðan hann er skiftur inn teir síðstu minuttinar í tveimun dystinum.
SK Beveren hevur leikt 4 dystir og liggur á 6. plássi við 5 stigum í “Challanger Pro League”, sum deildin eitur. Næsti dystur hjá SK Beveren er leygardagin 10. septembur á heimavølli móti Standard de Liège.
Um Jóan Símun verður úttikin til komandi A-landsdystir, so sær leikskráin soleiðis út, at tann 22. septembur spæla Føroyar móti Litava á útivølli og 25. septembur á heimavølli móti Turkalandi.
Deil á Facebook