Mynd: Hødd IL
Jann og Hødd IL leiktu í vikuskiftinum móti Asker.
Hødd leikararnir leiktu ein sera góðan fyrra hálvleik, har Hødd eisini legði seg á odda aftaná 35 minuttir.
Hødd hevði møguleikar til enn fleiri mál í fyrra hálvleiki, men støðan gjørdist 1-0.
Í seinna hálvleiki, riggaði presspælið ikki eins gott, sum í fyrra hálvleiki og løgdu Hødd seg ov langt aftur á vøllin. Hóast hetta, so kom mótstøðuliði ikki nakran nevniverdan møguleika, og vunnu tí Jann og Hødd ein uppibornan 1-0 sigur.
Hødd IL hevur hildið 10 sokallað “cleansheets” í ár, og einans latið 11 mál inn í 20 dystum.
Jann Julian Benjaminsen leikti allar 90 minuttinar á vinstra vongbakki.
Oddaliðið í deildin Ullensaker/Kisa tapti í dag, so nú er bert eitt stig á muni millum Ullensaker/Kisa og Hødd IL. Ávíkavist 46 og 45 stig.
Næsta uppgáva hjá Jann og Hødd IL er móti Eidsvoll TF 18. septembur.
Deil á Facebook