Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2022 15:00

Útisetar – Fótbóltur – Jann Julian Benjaminsen

Mynd: Hødd IL

Ein av okkara útisetum, sum ikki er so ofta havdur á munni, er eysturoyingurin Jann Julian Benjaminsen, sum leikar fyri Hødd IL í 3. bestu norsku deildini, sum kallast Postnord ligaen.

Jann hevur síðani 2021 leikt í Norra. Áðrenn tað, leikti hann 7 ár í NSÍ har hann leikti 105 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ, umframt steypakapping og 10 evropeiskan dystir.

Hetta kappingarárið hevur Jann byrja allar 19 dystirnar fyri Hødd IL og hevur so at siga, leikt allar dystirnar á tamb.

Hann hevur leikt mest sum høgri vongverji, men seinastu dystirnar hevur hann eisini leikt vinstri vongverji.

Higartil hevur hann skotið 1 mál og gjørt 10 assist.

Í vikuskiftinum vann Hødd IL 2-1 ímóti Træff har Jann leikti allar 90 minuttinar.

1 plássi gevur beinleiðis uppflyting, meðan nummar 2 skal spæla play-off dystir um at flyta upp í OBOS-ligaen.

 Í løtuni eru 4 stig upp til nummar 1, sum er Ullensaker/Kisa og heili 12 stig niður til nummar 3, sum er Alta IF.

Navn: Jann Julian Benjaminsen

Føddur: 3 apríl 1997

Pláss á vøllinum: høgri og vinstri kantur

Felag: Hødd IL