Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2022 08:01

Útisetar – Fótbóltur – Kaj Leo í Bartalsstovu

Mynd: Fotbolti.net

Kaj Leo í Bartalsstovu og ÍA Akranes leiktu í gjár á heimavøllinum Norðurálsvellinum ímóti KR úr Reykjavík.

Dysturin fer at verða ein av teimum, sum Akranesmenn koma at minnast leingi. KR legði seg á odda 3-0 aftaná bara 28 mnuttir. Men við einum ótruligum stríðsvilja kláraðu ÍA at vinna seg uppá 3-3, áðrenn KR aftur legið seg á odda 4-3. Men í 63 minutti fekk ÍA aftur javna til 4-4. Einki mál kom afturat í dystinum, sum íslendskir fjølmiðlar skýra til ein av bestu dystum, sum leingi er leiktur í íslendsku deildini.

ÍA er á 11. og næstaftasta plássi við 15 stigum. Aftast er Leiknir við 14 stigum.