Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.06.2025 09:17

Útbygging og umvæling av Glyvra skúla – Undangóðkenning

Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna bjóðar til undangóðkenning til verkætlanarkapping fyri sniðgeving og heildarráðgeving av útbygging og umvæling av Glyvra skúla.

Í sambandi við at verandi karmar eru vorðnir ov trongir, og vøkstur er væntandi í talinum av skúlabørnum, sum koma at ganga í kommunalu skúlunum, verður tørvur á rúmari ræsum og tí verður sjøtul nú settur á hesa stóru byggiverkætlan.

Útboðið verður gjørt sum avmarkað útboð, har 3-5 undangóðkendir luttakarar verða bodnir at koma við tilboði.

Uppgávan umfatar heildarráðgeving í sambandi við gerð av skipanaruppskoti, verkætlanaruppskoti, forprosjekti, høvuðsprosjekti, útboði í høvuðsarbeiðstøku, umframt uppfylging og eftirlit í sambandi við fremjanina av ætlanini. Uppgávan umfatar eisini tilhoyrandi útiøki.

Verkætlanin fevnir um víðkan og umvæling av Glyvra skúla til at rúma 0.-6. flokk, við trimum flokkum fyri hvørt ár, umframt frítíðarskúla fyri 0.-2. flokk. Skúlin skal eisini hýsa musikkskúla, ið verður staðsettur í Fjósinum norðanfyri, sum skal umbyggjast til endamálið.

Glyvra skúli, sum varð tikin í nýtslu í 1956, verður við hesi verkætlan framtíðartryggjaður í stødd og sniði. Skúlin verður framhaldandi karmur um kvøldskúla, frítíðarvirksemi og almenn tiltøk.

Nærri kunning og treytir í sambandi við undangóðkenningina síggjast í serstøkum skrivi frá RÁÐ, ráðgevandi verkfrøðingum.

Freistin at senda umsókn um undangóðkenning er tann 25.06.2025.

Spurningar í sambandi við undangóðkenningina skulu sendast til RÁÐ, Mikkel H. Frandsen, mhf@rad.fo.