Hósdagin 11. september undirskrivaði Fuglafjarðar kommuna arbeiðstakarasáttmála við fyritøkuna, Spf Voyt úr Saltangará, um útbygging av ti elsta partinum av kirkjugarðinum í Fuglafirði.
Tað vóru Johannes Johannesen, stjóri Spf Voyt og Dávur Juul, borgarstjóri, sum skrivaðu undir avtaluna. Sáttmálaprísurin er 2,55 mió við mvg.
Arbeiðstøkan er jørð, leiðings, laðings- og partvís asfaltarbeiðið.
Henda avtalan, er tann fyrsta av trimum verkætlanini sum kommuna ger av kirkjugarðinum, og er hesin fyrsti parturin sum skal gerast, oman ímóti Kirkjuvegi.
Hesin parturin kemur at geva pláss til 69 einkultgravir afturat, ella 138 tvígravir.
Tá ið øll útbyggingin er framd, fer hendan verkætlan at geva 162 einkultgravir, og ta tvífalda av tvígravum, upplýsir kommunan.
