Fróðskaparsetur Føroya
Í 20 ár hevur forlagið Fróðskapur útgivið ein stóran part av avrikunum, sum granskarar í føroyskum viðurskiftum hava latið úr hondum.
Forlagið varð stovnað 15. september í 2005, tá ið tað tók yvir útgávuvirksemið, sum Føroya Fróðskaparfelag hevði staðið fyri síðan 1952. Forlagið Fróðskapur er eitt smápartafelag, sum Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetrið eiga í felag.
Føroysk gransking hevur verið í eini rúkandi menning síðan aldaskiftið, og endamálið við umskipanini av útgávuvirkseminum var at stovnsfesta tað. Eftirspurningurin eftir at geva út øktist, og teir stovnandi partarnir mettu, at samstarv kravdist fyri at menna og tryggja, at vísindaligar útgávur í Føroyum hildu eitt altjóða stig.
Tey 20 árini hevur universitetsforlagið Fróðskapur útgivið út við 100 bøkur. Av teimum hava 20 bøkur verið tíðarritið Fróðskaparrit, sum er útkomið síðan 1952. Síðan 2021 eru Fróðskaparrit einans útgivin talgild og kunnu lesast ókeypis á netinum.
Eisini eru útkomnar 25 bøkur í røðini Supplementum til Fróðskaparrit, sum eru ritgerðir á hægsta vísindaliga stigi, so sum doktararitgerðir. Harumframt eru útkomnar 46 bøkur í ritrøðini Onnur rit. Hetta eru ritgerðir, sum eru nakað lættari og ætlaðar vanligum lesarum, men tó vísindaliga góðskutryggjaðar.
Í tann mun, tað er gjørligt, leggur forlagið seg eftir, at tær vísindaligu útgávurnar skulu vera atkomuligar hjá almenninginum ókeypis á netinum. Allar útgávurnar, íroknað tær hjá Fróðskapafelagnum síðan 1952, síggjast á ojs.setur.fo, og tær flestu kunnu takast niður sum pdf.
20 ára føðingardagurin verður hátíðarhildin við tiltaki seinni í ár.
Les meira um Fróðskap her.