Fimleikasamband Føroya
Leygardagin 28. februar var 2. steypakapping í estetiskum fimleiki í Klaksvík hildin, har 22 lið kappaðust. Feløgini sum luttóku vóru Klaksvíkar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Ljósið, Havnar Fimleikasamband og Fimleikafelagið Støkk.
Úrslitini gjørdust hesi:
Pinkur
Hjá pinkum kappaðust 7 lið frá KF, Ljósinum, HF og Støkk.

Nr 1 gjørdust Alda frá HF við 15,30 stigum, nr 2 gjørdust Flora frá Støkk við 13,90 stigum og nr 3 gjørdust Auriga frá Ljósið við 13.77 stigum.
Smágentur
Hjá smágentum kappaðust 6 lið frá KF, Ljósinum, HF og Støkk.

Nr 1 gjørdust Liva frá HF við 17,45 stigum, nr 2 gjørdust Vípan úr Støkk við 16,52 stigum og nr 3 gjørdust Vióla úr Støkk við 15,15 stigum.
Gentur
Hjá gentunum kappaðust 5 lið frá Ljósinum, HF og Støkk.

Nr 1 gjørdust Enya frá HF við 19,37 stigum, nr 2 gjørdust Nova frá HF við 18,15 stigum og nr 3 gjørdust Lilja frá Støkk 18,00 stigum.
Unglingar
Hjá unglingunum kappaðust tvey lið frá Ljósinum og Støkk.

Nr 1 gjørdust Norma frá Ljósinum við 22,40 stigum og nr 2 gjørdust Aiva frá Støkk við 21,63 stigum.
Kvinnur
Hjá kvinnunum kappaðust tvey lið frá Ljósinum og Støkk.

Nr 1 gjørdust Lyra frá Ljósinum við 24,45 stigum og nr 2 gjørdust Rósan frá Støkk við 23,77 stigum.
Føroya Fimleikasamband ynskir at takka øllum fyri ein framúr góðan kappingardag, og Klaksvíkar Fimleikafelag fyri at skipa dagin so væl.
Hjartaliga tillukku við góðu úrslitunum til allar íðkararnar. Og vit gleða okkum til 3. steypakapping, sum verður í Bylgjuni í Runavík 15. mars.
Sí annars fleiri myndir frá degnum á okkara sosialu miðlum.
Myndafólk: Álvur Haraldsen
