Tar vóru leiktir fimm dystir í VFF Cup hjá monnum í gjárskvøldið.
ÍF – EB/Streymur
í Fløtugerði í Fuglafirði vann EB/Streymur 0-1 á ÍF. Málið skeyt Rógi Egilstoft í 27 minutti.
HB – 07 Vestur
Heldur óvænta vann 07 Vestur 0-1 í Gundadali ímóti einum HB liðið, sum ikki hevur fingið so góð úrslit í seinastuni. Málið hjá vágamonnum skeyt Oddur Petersen í 69 minutti.
Skála – Víkingur
Skálamennirnir í Víkingi, Poul Kallsberg og Jákup Johansen, skutu hvør sítt mál móti barnsdómsfelaganum í 3-0 sigrinum. Hitt málið skeyt nýggi áleyparin Jørgen Nielsen.
B68 – NSÍ
NSÍ vann á grannunum á Svangaskarði við brotsparksmáli frá Klæminti A. Olsen í 26 minutti.
Toftamenn fingu Sebastian Lau Nielsen útvístan beint fyri hálvleik. Men ein annar leikari kom inn fyri hann frá byrjan í seinna hálvleiki.
B36 – AB
B36 gjørdi bart og lat ongan sum helst iva verða um hvat var tað betra liðið í gjár. Heimaliðið vann 6-0. Málini skutu; Mattias Hellisdal, Marius Kryger Lindh, Andrass Johansen, Rani í Soylu, Lukas Enevoldsen, meðan eitt var sjálvmál.
Kelda: Faroesoccer
Deil á Facebook