Mynd: NSÍ
Tað legst afturat hjá kvinnunum hjá NSÍ.
NSÍ kunngerð í kvøld, at HB leikarin Sara Samson Lamhauge skiftir úr høvðusstaðnum og inn til Runavíkar har hon komandi kappingarár skal leika við Løkin.
Heimasíðan hjá NSÍ skrivar soleiðis: Vit kunnu í kvøld kunngerða, at vit hava skrivað sáttmála við ein spennandi leikara á kvinnusíðuni. Talan er um skjótt 22 ára gomlu Sara Samson Lamhauge, sum skiftir úr besta liðnum hjá HB, har hon hevur leikt síðan 2016. Síðan 2015 hevur Sara umboðað øll landsliðini, og eitt skifti var Sara í Italia og spældi við Apulia Trani.
Eftir ein stuttan steðg vegna barnsburð, var Sara aftur á liðnum hjá HB í summar. Talan er um ein sera spennandi leikara, sum tekur ábyrgd. Nú hevur hon valt at skifta til ta gulu blusuna, og tað eru vit í NSÍ sera fegin um.
Deil á Facebook