Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.09.2024 08:12

Uppstillingin hjá Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

Átta menn og átta kvinnur eru á listanum hjá Tjóðveldi til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu. Talan er um eitt breitt úrval av fólki, tá tað snýr seg um aldur, áhugamál og onnur viðurskifti. 

Av teimum, ið umboða Tjóðveldi í býráðnum í løtuni, er tað bert Elsa Berg, ið stillar upp aftur. Men onnur kend andlit úr býráðspolitikki eru við. 

Hildur Eyðunsdóttir umboðaði Tjóðveldi í Tórshavnar býráð árini 2000-2008. Somuleiðis eru Jón Kragesteen og Gunnar Djurhuus við, sum hava verið í býráðnum fleiri ferðir seinastu fýra árini sum eykavaldir.

Kend andlit eru eisini úr landspolitikki, eitt nú Liljan Weihe, ið umboðar Tjóðveldi á løgtingi, og Annita á Fríðriksmørk, ið somuleiðis hevur umboðað flokkin í nógv ár á løgtingi.

Listin:

Anja Weyhe

Annita á Fríðriksmørk 

Bergdís Ester Gísladóttir Jensen

Brandur í Dali

Elsa Berg

Gunnar Djurhuus

Heidi Lava Elgeirsdóttir

Hildur Eyðunsdóttir

Jan Klein Olsen

Jón Kragesteen

Liljan Weihe

Mads Andrias Winther 

Mourits Joensen

Ottar í Funningsstovu

Ólavur Jóannesarson Hansen

Rannvá Jakobsen