Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur sent eitt uppskot til broytingar í sjófeingislógini til hoyringar. Uppskotið liggur her á síðuni undir “Uppskot til ummælis”.
Endamálið við broytingunum er at tillaga og umorða verandi ásetingar, so tær eru gjøgnumskygdari og greiðari at fyrisita, umframt at leggja upp fyri skyldum í millumtjóða samstarvi og avtalum.
“Við hesum broytingum tryggja vit m.a. eitt greiðari heimildargrundarlag og eina smidligari fyrisiting á fleiri økjum, umframt at vit halda altjóða skyldur. Fleiri av broytingunum fara at lætta um hjá vinnuni, bæði umsitingarliga og at leggja fiskiskapin til rættis,” sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Uppskotið fevnir um hesar høvuðsbroytingar:
Frágreiðing fyri Løgtingið annaðhvørt ár
Galdandi lóg ásetir, at frágreiðing um fyrisitingina av sjófeingi verður løgd fyri Løgtingið á hvørjum ári. Broytingarnar frá ári til ár eru tó avmarkaðar, og ætlanin er tí frameftir at leggja frágreiðingina fyri Løgtingið annaðhvørt ár.
Heimild at skipa fiskiskapin og at lýsa kvotunøgdir við fráboðan
Heimildin at skipa fiskiskapin verður einfaldari og greiðari.
Sambært § 22, stk. 1 er heimild at skipa fiskiskapin fyri føroyskan sjógv, og sambært § 22, stk. 2 er heimild at skipa fiskiskapin á Føroyabanka. Frameftir verður ein heimild at skipa fiskiskapin í føroyskum sjógvi, sum eisini fevnir um Føroyabanka.
Harafturat er ætlanin frameftir at lýsa ásettar kvotunøgdir og býtið av hesum við eini fráboðan í staðin fyri við kunngerð. Talan er bert um sjálvar nøgdirnar. Hetta skal gera fyrisitingina smidligari og tryggjar skjótari tillaging til broyttar støður. Samstundis verður útlutanin meira gjøgnumskygd.
Heimildin at banna virksemi hjá útlendskum skipum í føroyskum sjógvi verður víðkað
Verandi heimild í § 26 er ikki nøktandi til at forða fyri, at skip, sum fiska í ósamsvari við altjóða semjur, fáast við fiskiveiðivirksemi í føroyskum sjógvi ella havnum.
Við uppskotinum verður heimild at sýta útlendskum skipum at umskipa o.a. í føroyskum sjógvi og havnum, um fiskiskapurin ikki er í samsvari við altjóða samtyktir, sum Føroyar hava tikið undir við. Ásetingin verður víðkað til eisini at fevna um eitt nú bunkring og líknandi tænastur, sum stuðla undir tílíkum fiskiskapi.
Avhending av felagsrættindum
Eftir verandi lóg ber bert til at flyta ella avhenda egnar kvotur og egnar fiskidagar millum skip. Nú verður eisini heimild fyri, eitt fiskiár í senn, at avhenda øðrum fiskifari rættindi at fiska av felags árskvotu ella felags fiskidøgum, sum Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv. Hetta gevur rúmari møguleikar at skipa fiskiskapin og stuðlar undir gagnnýtslu av tøkum fiskimøguleikum.
Víðkaðar eftirlitsheimildir
Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg hava undirskrivað avtalu um eftirlit við fiskiskapi eftir uppsjóvarfiski, sum áleggur nýggj krøv til eftirlit, viging, fráboðanir og útgerð. Endamálið við avtaluni er at harmonisera teknisku treytirnar og mannagongdirnar í eftirlitinum í londunum. Fyri at kunna seta nýggju ásetingarnar í verk, er tørvur á at tillaga heimildirnar í lógini.
Útblakingarbannið nágreinað
Lógarásetingin um útblakingarbann verður við uppskotinum nágreinað, so hon fevnir um allar veiðihættir, sum eru undir virkisøkinum hjá lógini. Landsstýrisfólkið kann eins og eftir galdandi lóg geva undantak frá banninum.
Bráðfeingis undantak frá landingarkravi við fráboðan ístaðin fyri við kunngerð
Á hvørjum ári hevur verið neyðugt at geva undantak í kunngerð frá kravinum um at landa og avreiða uppsjóvarfisk í Føroyum, tí móttøkuorkan er avmarkað, serliga í svartkjaftatíðini. Við uppskotinum verður heimild í ávísum førum at lýsa bráðfeingis undantøk frá landingarkravinum við fráboðan ístaðin fyri við kunngerð. Hetta fer at gera umsitingina smidligari, og at skip sleppa undan at bíða ov leingi eftir landingartørni og ístaðin fara uttanlands, tá fløskuhálsar eru í Føroyum.
Talgilt samskifti og rindan
Heimild verður at avgreiða loyvir o.a. talgilt og harumframt at rinda talgilt fyri avgreiðslur.
Freistin at senda inn viðmerkingar til lógaruppskotið er 4. januar 2026.
