Mynd/Video: Eysturoyarportalurin
Eysturbúgvar vóru í morgun vaktir við sangi og larmi, tá Ultras fjepparnir við sløkkiliðsbili á odda, koyrdu runt allar bygdirnar í Eysturkommunu og vaktu tey sum ikki vóru uppi, og samstundis hitaðu upp til tað veruliga brakið í kvøld á Tórsvølli.
Eitt sera stuttligt og samansjóðandi tiltak, sum hevur verið afturverðandi hvørja ferð Víkingur hevur verið í steypafinaluni.
