Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.09.2026 15:30

Upphiting til steypafinaluna í Sarpugerði

Leygardagin verður ársins steypafinala, og Víkingur skipar fyri stórari upphiting í Sarpugerði.

Dyrnar lata upp klokkan 14.00 í ovaru hædd, har ókeypis pizza verður frá klokkan 14.00 til 16.00. Klokkan 15.00 verður livandi tónleikur, og klokkan 16.50 koma leikararnir at heilsa upp á. Bussarnir fara avstað klokkan 17.00.

Eisini verður andlitsmáling, søla av fjepparalutum, kaffi og køkur. Silvi vitjar, og ballónir verða til børnini.

Víkingur skrivar at: Vit fara øll í ljósablátt og gera okkum klár at heppa á okkara lið!

Víkingur skipar eisini fyri ókeypis bussi til dystin. Seinasta freist at melda seg til er í kvøld. Bussurin er ókeypis, men tilmelding krevst.

Tilmelding fer fram hjá Edith Vang á Messenger ella á telefon 503395.