Mynd: Fótbólti.net
Kaj Leo í Bartalsstovu og ÍA Akranes fingu loksins ein sigur í hús, tá teir á heimavølli síðsta sunnukvøld vunnu 2-1 á fyrrverandi liðnum hjá Kaj Leo, ÍBV Vestmannaeyjar. Kaj Leo leikti allar 90 minuttinar á vinstra kanti.
Tað hevur gingið sera striltið hjá ÍA Akranes í ár, men við sigrinum hava teir vunnið sær eina lítla vón um, at teir kunnu bjargað sær í bestu deildini.
ÍA Akranes liggur aftast við 11 stigum. Leiknir eru næstaftast við 13 stignum, meðan FH Hafnafjørður liggur á triðaftasta plássi við 14 stignum.
´
Deil á Facebook