Mynd: JÓK/ Eysturoyarportalurin
Ungi gøtumaðurin Rani Hansen, sum hevur áður umboða Víking, hevur síðani ársbyrjan vant við Betrideildar liðinum hjá EB/Streymi. Hann upplýsiur fyri Eysturoyarportalinum, at hann hevur vant nakrar ferðir við, og avtalan er, at hann skal venja við í 1-2 vikur afturat. Hann hevur ongan sáttmála í løtuni.
Rani er skrásettur fyri 82 dystir og 32 mál í 1.deild og fyri 1 dyst í Betrideildin, alt fyri Víking.
