Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.01.2023 11:49

Ungur fuglfirðingur leingir við barndómsfelagið

Mynd: ÍF

Ungi Rúnar Johnsson hevur gjørt ein 2 ára sáttmála við ÍF. Á heimasíðu felaginsins verður sagt soleiðis:

“Rúnar er ein av okkara ungu, evnaríku leikarum, sum vit heilt sikkurt koma at síggja nógv til komandi 2 árini.

Hann er skjótur, sterkur og hevur eitt sera gott skot. Vit vænta, at hann saman við restini av unga hópinum, kemur at geva okkum fleiri góðar løtur í Fløtugerði komandi árini.”